Skip to main content

Várframsýningin 2015


Seinrapartin í dag, klokkan fýra til seks, letur árliga Várframsýningin upp fyri almenninginum í Listasavninum. Tað er Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, ið letur framsýningina upp. Upplatingardagin fara Døgg Nónsgjógv og Allan Tausen at sýngja.


Í tíðindaskrivi undan framsýningini, siga fyrireikararnir, Føroysk Myndlistafólk, at Várfamsýningin er ein afturvendandi táttur, sum á fyrsta sinni varð royndur í 1990. Várframsýningin hevur verið karmur um nógv ymisk sløg av verkum og verkætlanum gjøgnum tíðina, har gomul sum ung hava sýnt fram, og óroynd hava hingið við síðuna av etableraðum listafólkum. Júst hetta skapar ein serliga dynamik, tí ongin veit frammanundan hvat fer at henda, sigur felagið Føroysk Myndlistafólk


Várframsýningin er ein sokallað sensurerað framsýning, har ein nevnd tekur støðu til innlatin verk. Í nevndini í ár hava Jóhan Martin Christiansen, omanfyri, Sigrun Gunnarsdóttir og Ole Wich sitið.


Framsýningin í ár er myndað av ymiskari tøkni, t.d. skulpturar, installatión, ljóð, málarí, grafik, video, foto, design. Í ár eru 23 luttakandi listafólk. Níggju av teimum sýna fram fyri fyrstu ferð á Varframsýningini. Hesi eru: Beinta Gaard, Kjartan Hansen, Ragnhild H. Højgaard, Anna Malan Jógvansdóttir, Lív Maria Róadottir Jæger & Lasse Thorning Jæger, Marianna Mørkøre, sum sæst ovast og niðast, Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim, Floortje Zonneveld, beint niðanfyri, og Anný Djurhuus.


Hini er, ið aftur sýna fram á Várframsýningini eru: Ludvík á Brekku, Jóhan Martin Christiansen, omanfyri, Ann-Mari Dam, Annika Gregoriussen, Sigrun Gunnarsdóttir, Pernille Falch Heinesen, Jón Sonni Jensen, Astri Luihn, Rannvá Holm Mortensen, Vígdis Petersen, Jóna Rasmussen, Elin Josefina Smith, Kári Svensson, omanfyri, og Ole Wich. Várframsýningin er opin fram til 3. mai.