Skip to main content

Hann prílar við heglingi


Ofta verður sagt, at veðrið er ekstremt og at hann prílar. Í dag brast hann á við grimdarregni, so var turt og ljóst, og so dundi eitt heglingsæl, sum eg ikki havi hoyrt áður. Í hvussu er ikki um miðjan apríl, mánaðurin, sum argar fólk, tí hann prílar. Kanska er tað so. Vit liva i ekstremum tíðum. Í hvussu er, tá um veðurlagið ræður. Og føroysku orðabókurnar, sum nú eru opnar fyri øllum heiminum, siga at heglingur eitir chicco di grandine á italskum, granizo á spanskum, Hagelschauer á týskum, hail shower á enskum og haglbyge á donskum.