Skip to main content

Gone Girl - mannfólkafilmar runt kvinnuklokkuna


Undir heitinum Mannfólkafilmar – runt um kvinnuklokkuna fari eg at halda ein stuttan fyrilestur í Expert í SMS, har Mannfólkavika er. Líggjas í Expert hevur funnið myndir av monnum og kvinnum úr filmi, sum hann fer at vísa upp á allan veggin á øllum flatskíggjunum, sum har eru. Tað eri eg spentur uppá. Niðanfyri er eitt úrvæl, tvær burtursagdar filmskvinnur í gamla Hollywood, Mae West og Jean Harlow, sum filmseftirlitið gjørdi enda á, og tveir rættir filmsmenn, ið sleppa at taka lógina í egnar hendur, tí øll yvirvøld svíkur, kovboyarin Clint Eastwood og svønleysi Vjetnamveteranurin Robert de Niro. Og so lata vit at enda menn og kvinnur møtast í kynsjavnvigandi filminum Gone Girl (David Fincher 2014), meðan Bob Dylan syngur The Man in Me. Væl møtt í Expert í dag klokkan hálvgum fimm.