Skip to main content

Also - tey duga at hugsa og ressonera!


Nú politiskir uppstillingarfundir eru úti um landið, hevur helst verði neyðugt at avstemma manningina í spurnar- og kjaksendingini Also í Kringvarpinum leygarmorgnar innan Rót og Rútmu. Onkrar endursendingar í seinastuni hava eisini bent á, at sendingin var um at doyggja út, tí hon ikki fekk undirtøku millum lurtarar, ið áttu spurningarnar, ið vóru at rutta við. Av egnum royndum veit eg, hvussu nógv skal til, bara at fáa ein lurtara at senda ein spurning til eina sending, tíansheldur fleiri, so veljast kann millum tilfarið og sendingin kann fáa eitt fjølbroytni og ein autentisitet, sum í lurtarahøpi er burðardyggur. Tá útvarpsvertir í øðrum sendingum hava sagt, at ein ørgrynna av brøvum eru komin inn til eina sending, ið er hvørja viku, tá havi eg altíð skálkin aftanfyri oyrað, tí lurtarasamband er svikaligt í brøvum og nærmast ikki til tann vegin, tað eg veit. Men kennir lurtarin seg aftur í sendingini, so eigur altíð at bera til í almannavarpinum at halda eini tílíkari sending sum Also gangandi við at brúka ymsar samskiftispallar. Tí har eru vit forvitin og harðliga rakt av fólkasjúkuni slaturi, sum eini spurningurin so hugaligað avdúkaði. Og so er tað henda borgaraliga dóps- og konfirmatiónsøði, sum terroriserar okkum gerandisdagin á vári og heysti, hvørt ár. Millum annað tí er henda sending neyðug, tí hon virkar sum ein lynavleiðari, tá hon er best. Í morgun varð greitt, at teir tríggir innbodnu gestirnir, sum skuldu svara lurtarum um ymsar tvístøður í gerandisdegnum, í fyrsta lagi dugdi at seta greið orð á egnar tankar, og síðani at resonnera seg fram til eitt brúkiligt svar, sum lurtarin fær gjøgnum útvarpsbylgjurnar ein leygarmorgun. Tað er einfalda náttúran í sendingini. Ikki so galið. Um verturin framhaldandi dugir at halda í gestunum, stýra teimum og ikki sjálvur gerast ov íðin og snjallur í teirra kjaki, so hevur henda næstan-útbrenda sending eina bjarta framtíð. Og tað er bara frálíkt!