Skip to main content

Tá alt má víkja - Force Majeure!


Eftir flúgvandi byrjanina við pólska filminum Ida, russiska stórfilminum Livjatan og bretska listafólkafilminum Mr. Turner, verður nú sýndur besti svenski filmur beint nú, skulu vit trúgva ummælarum og teimum, sum hvørt ár handa Guldbagge-virðislønina, sum næstan allar fóru til Force Majeure (Ruben Östlund), ið eisini var við í kappingini um besta norðurlendska filmin í 2014. Hann verður sýndur mikudagin 18. februar kl 20:00 í Havnar Bio.




Síðani fer Rigmor Dam at introdusera filmin Boyhood (Richard Linklater), ið heimspressan valdi sum besta filmin í fjør, hann fekk síðsta vikuskfiti BAFTA virðislønina og er nú stórfavorittur til Oscarvirðislønirnar í ár. Boyhood er serligur, tí hann er gjørdur við somu leikarum í tólv ár, og sýnir almennar og privatar upplivangar akkurát hesa tíðina. Til tess at gera hvørja sýning í ’Filmsfelagnum’ til eina serstaka uppliving,  er ætlanin at fáa ymisk fólk at innleiða við nøkrum orðum um filmin, sum verður sýndur.


Whiplash (Damien Chazelle) er ein sjáldsamur tónleikafilmur um ein trummuslárar við einum harðrendum musikkskúlalærarar, og honum næstur er enn ein varði í tónleikasøguni, danski Eik Skaløe, sum var hin fyrsti at brúka móðurmálið í rokktónleiki har í landinum. Steppeulven (Ole Christian Madsen) er heitið á filminum eftir sagnarríka orkestrinum, sum bara gav ein LP plátu, HIP, út við Skaløe sum sangara.


Eik er eisini navnið á høvuðsleikaranum í íslendska filminum Vonarstræti (Baldvin Zophoníasson), sum úti í heimi hevur verið sýndur undir enska heitinum Life in a Fishbow, og her verður sýndur í íslendsku upprunaútgávuni, men við donskum undirtekstum og danska heitinum De små ting. Filmurin, sum er hin mest sæddi í Íslandi, er um kreppuna, har alt fór av knóranum, men við høvuðsdenti á íslendsku gentuna Eik, sum um dagin arbeiðir í barnagarði, men um náttina er call girl. Ein breitt viðkomandi og ikki sørt nemandi filmur úr okkara næsta grannalandi, ið samstundis hevur greiða adressu til samnevnda bankan, Eik, tá hann var uppá tað ørasta. Vonarstræti er eitt menniskjansligt ævintýr úr okkara egna veruleika, sum vit øll eiga at unna okkum stundir at síggja. Eisini leiðslan í Eik.

Í apríl verður enn ein søguliga staðfestandi biograffilmur av okkara egnu leiðum vístur undir heitinum ’Filmsfelagið’ í Havnar Bio. Tað er danska Christina Rosendahl, sum byggir filmin Idealisten á bókina ”Thulesagen - Løgnens Univers” (1997), har journalisturin Poul Brink sigur søguna um Thule Air Base, tá eitt amerikanskt B-52 bumbuflogfar datt niður í 1968, og kundi havt kastað okkum út í enn ein verðaldarbardaga. Poul Brink fekk Cavlingvirðislønina fyri bókina í 1998.


Í mai fara vit til Argentina og síggja Relatos Salvajes (Damián Szifrón), ið er kendur og virðisløntur um allan heim undir enska heitinum Wild Tales. Í hesum døgum gongur filmurin í íslandi undur heitinum Hevndarsøgur.


Dagsskráin sæst á heimasíðuni hjá Havnar Bio har atgongumerki kunnu keypast á netinum og við skivuna í biografinum, og so ber eisini til at fylgja við og lesa ymist um aktuellu filmarnar, og síggja klipp úr komandi filmunum á Facebook.