Skip to main content

Filmsfelagið í Havnar Bio mikudagin


Annanhvønn mikudag fer Havnar Bio undir heitinum Filmsfelagið at sýna nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir. Úti i heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt art house filmur.

Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio fer við átakinum Filmsfelagið at royna seg við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna. Ikki er neyðugt at tekna limaskap í felagnum. Sýningarnar eru almennar eins og vanligu sýningarnar í biografinum, men bera frámerkið Filmsfelagið.

Havnar Bio hevur spurt formann og nevnd í gamla Filmsfelagnum, at sleppa at brúka heitið og at medvirka í at velja filmar. Upprunaliga felagið varð stovnað í hølunum hjá Havnar Bio í 1962. Tá var navnið Filmslistafelagið. Her er fyrsta talmerkta síða í gerðabókini hjá felagnum, sum Fraser Eysturoy, Erling Simonsen og Eyðun Johannesen hava undirskrivað.


Filmslistafelagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum.

Nú verður Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli
at vísa listaliga viðkomandi film í Havnar Bio 
Filmarnir verða sýndir einaferð og altíð mikudag og krav er ikki um skráseting ella limaskap. Uppskot um filmar at seta á skránna verða altíð móttikin.

Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebook og á heimasíðuni hjá Havnar Bio, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í biografinum. Vælkomin í Filmsfelagið mikudagin!


Komandi filmarnir í Filmsfelagnum í Havnar Bio eru allir nýggir og forkunnugir. Teir liggja serstakliga væl fyri í ummælum eins og í kappingum á okkara leiðum, úti í Evropa og í USA. Filmarnir verða vístir við donskum undirteksti. Atgongumerki kunnu keypast til allar filmarnar við diskin í Havnar Bio. Til ber eisini at keypa atgongumerki á netinum við at trýsta á heitið á hvørjum einstakum filmi niðanfyri. Fyrstu fýra filmarnir, sum Filmsfelagið vísir í Havnar Bio annaðhvørt mikukvøld, eru hesir:

Mikukvøldið 7. januar 2015 kl 20:00
IDA (Pawel Pawlikowski, Pólland 2013, 80 min)


Mikukvøldið 21. januar 2015 kl 19:30
LIVJATAN (Andrey Zvyagintsev, Russland 2014, 140 min)


Mikukvøldið 4. februar 2015 kl 19:30 Bárður Jákupsson, skrivari í Steinbrá, sigur frá um J.M.W. Turner. Síðani verður sýndur:
MR. TURNER (Mike Leigh, Bretland 2014, 150 min)
Høvið verður at tekna seg sum lim í Steinbrá, ið er stuðulsfelag hjá grafiska verkstaðnum Steinprenti


Mikukvøldið 18. februar 2015 kl 20:00
FORCE MAJEURE (Ruben Östlund, Svøríki 2014, 118 min)