Skip to main content

Skapandi hendur í advent


Gundadalur hevur verið ein sjóðandi arkitektoniskur pottur í mong ár. Øðrumegin er ítróttarøki, hinumegin Listaskálin, sum nú vil byggja út, og á nýggja Tempulheygnum millum Meksiko og Konmansmýru ger Bank Nordik klárt hjá einum rúmdarskipi at lenda, sum rullaði tað beint inn úr Independence Day hjá Roland Emmerich í 1996. Ófokuseraðu hendurnar høgrumegin eru av standmyndini Ítróttur (Hans Pauli Olsen 2005), sum skal markera høvuðsinngongdina til ítróttarøki í Gundadali.


Hóast eg rættuliga sjálvdan eri til fyriskipaði tiltøk á hesum kommunala spælistaði, so er í mínum hugaheimi eingin ivi um, at inngongdin er longur niðri, har sum Hoydalsvegur natúrliga førir teg úr Havnini og niðan í dalin, sum nú letur seg upp. Men helst er ymsar meiningar um tað, og ikki minst, hvat er fram- og baksíða í hesum spæliplássi við so nógvum mastrum og veggum.


Men ilt er at síggja eina eintýdda ella bara nøkulunda sjónliga farleið av skapandi hondum í hesum parti av Havnini. Tá er munin lættari at síggja og uppliva skapandi hendur í Miðvági, har Marit Magnussen hevur sett gamla hotellið í stand, keypt møblar og tapetisera, alt í funksjonellum og ikki minst tíðarrøttum anda.


Kaffistova og handil er í kjallaranum, spísistova, havastova og fundarstova á miðhæddini og sjey kømur á loftinum.


Sjálvur fimti var eg til jólaborðhald í havastovuni á gamla hotellinum í kvøld. Tað er ein uppliving, sum eg skal viðmæla. Av matskránni valdu vit rækjubland við kalvasalati og breyði, dunnubringu við rómaeplum og reyðkáli og omaná rís a'lamande við kaffi og mandelgávu, sum Sonne fekk. Hinir vóru Ólavur, Gunnar og Jógvan. Manga takk fyri góða máltíð og hugfarsligt borðahald við nógvum søgum. Lat so bara jólini koma!