Skip to main content

Í Filmslandi


Tað er grátt, tá vit sleppa donsku strondini. Umframt at vera grátt, er tað eisini slætt, tá týska strondin tekur yvir. Troystarleyst slættgrátt.


Kanska er tað akt í gamla Sjónleikarhúsinum, og eftir at hava sæð Deyðan í Venezia, hevur Pauli sett skeivan spola á, so nú byrjar Ferðin til Kythera. Men lukturin av karryketsjupp og lastbiladekkum, og so gamla mosaikktalvan, ríva meg úr filmsdreymi og sannførir meg skjótt, at vit eru umborð á Deutschland.


Við tokstøðina í Lübeck stendur Hannes, sum er í læru hjá Mercedes. Hann bíðar eins og aðrir í svørtum týskum bilum eftir gestum til filmstevnuna í Hansabýnum


Seti meg aftan, tí framman situr ein stillur maður. Í tøgn hava vit koyrt saman í toki í fýra tímar. Veit ikki hvør hann er. Tveir dagar seinni, tá eg síggi hann tosa við Hugin Eide, uppdagi eg, at hann var í Føroyum í januar í 2009. Sum ferðandi rithøvundur vildi hann læra at kenna hetta sjáldsama fólk, sum var tað einasta í allari verðini, ið stuðlaði íslendingum eftir bankakreppuna. Hvat var hetta fyri eitt fólk?


Jú, tað er Huldar Breiðfjörð, sum eftir vitjanina skrivaði Færeyskur dansur, og í fýra førum er týddur og givin út í Týsklandi. Nú skal hann umboða filmin París Norðursins, sum Hafstein Gunnar Sigurdsson hevur leikstjórnað, og Huldar hevur skrivað. Einføld men sterk søga um faðir og son, sum ganga til avhaldsmøti á Flateyri, nú pápin púra óvæntað kemur heim úr Tailandi og spillir alt spælið.


Sandra Jung tekur ímóti á hotellinum og sær til, at øll koma á rætta stað. Í ár er hon í reyðum og svørtum.


Minst ein mynd skal takast av kendasta býarmerkinum í Lübeck, das Holstentor, sum á hinari síðuni hevur gyltu innskriftina Concordia domi foris pax. Men her eru tað heldur fuglarnir, sum eru sveimandi myndaevnið.


Tríggir biografar eru við í tiltakinum. Uttanfyri høvuðsbiografin, Cinestar, flagga tey sum vant við norðurlendskum og baltiskum fløggum. Tað eru 25 ár síðani Baltalond komu við í filmiska samstarvið í Lübeck.


Í sambandi við at 25 ár eru liðin, síðani Baltalond komu við í norðurlendska filmssamstarvið í Lübeck, gevur Jan Erik Holst út enska bók við heitinum Stork flying over pinewood. Her sæst hann saman við Linde Fröhlich.


Hugin Eide skiftir orð við Jan Erik um festivalar úti í stóru verð, og sum altíð er Jan Erik hollur í ráðum. Katrin Ottarsdóttir var eisini við á filmstevnuni og vísti nýggja filmin Ludo. Sama ár sum Baltalond sluppu at vísa film í týska Hansabýnum, vann Katrin fyrstu virðisløn fyri søguliga filmin Atlantic Rhapsody.


Steen Bille, stjóri á danska filmstovninum, er sum vant moderator, tí hann dugir flótandi týskt, danskt og enskt. Innan fyrsta filmin tosar hann við Linde Fröhlich, sum er listarligur stjóri, og Christian Modersbach, sum er umsitingarleiðari fyri Norðurlendsku Filmsdagarnar í Lübeck, sum hava verið hildnir 56 ferðir og enn er einasta árliga filmstevna í verðini, sum vísir nýggjan norðurlendskan film.


Fyrsti norðurlendski filmur, ið skal vigast á filmisku vágskalini í norðurtýska Hansabýnum, er hin norski 1001 Gram. Leikstjóri er Bent Hamer, sum áður hevur gjørt spennandi og seregnar filmar sum Eggs og Salmer fra kjøkkenet og Factotum eftir Bukowski. Hesin nýggi filmur er um eina kvinnu, sum arbeiðir á Justervesenet, norska stovninum, har alt verður mált, vigað og kalibrerað. Nú skal hon til París at vita um almenna norska kilo'ið, verðuliga er eitt kilo og vigar tað, sum tað skal, eitt kilo. Einki gongst eftir ætlan, og eftir útferð í náttúru og tøkni eina drúgva tíð, letur leikstjórin upp fyri reinari poesi, og staðfestir, at tyngstu byrðu ber tann, ið einki hevur at bera. Her situr Bent Hamer og bíðar eftir fólksins dómi. Mildi dómurin kemur tó ikki frá fólkinum, men úr evangelisku luthersku kirkjuni í býnum, sum síðani 1996 hevur latið Interfilm-virðislønina og tveytúsund og fimmhundrað evrur. Takkað verður fyri milda dómin við orðunum úr Matteusi 7: “Dømið ikki, at tit ikki skulu verða dømd; tí at við tí dómi, tit døma, skulu tit verða dømd, og við tí máli, tit mála, skal tykkum verða mált.” Hóast absurd við hetta høvið eru orðini passaliga hugvekjandi eftir filmin, sum júst er um at máta og viga alla verðina. Sum tað er deiligt at sita í myrkri saman við mongum, og lata seg tøla av ósigiligum søgum.


Næsta filmin vildi eg síggja í biografinum Kolloseum. Gekk eftir gøtuni fram við ánni Trave, tá eg fekk ein skvøtt í høvdið. Um tað skuldi merkja nakað serligt, veit eg ikki, men kanska var tað ein ábending um filmin, eg nú skuldi síggja.


Hann kallaðist En duva satt på en gren och funderade på tillvaron og er hin seinasti í eini trípartarøð hjá Roy Anderson, har teir báðir fyrru vóru Sånger från andra våningen og Du levande. Hesin nýggjasti við langa dúgvuheitinum, hevur júst vunnið gull í Venezia. Tað er ikki hent fyrr, at ein svii ger tað. Myndin niðanfyri er tikin í 2008, tá Roy Anderson fekk filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri besta filmin tað árið. Ikki kann eg siga annað, enn at hann er ein av mínum favorittum. Og skvøtturin situr enn.


Men nei, ongar dómsnevndir í Lübeck vilja kennast við gráa sosialblues myndaspælið hjá Anderson úr fremmandgjørda folkhämmet Svøríki. Fuglaskvøtturin hjálpti einki. Ikki eitt petti. Beint fram fantastisku senurnar við fólki, sum upp í saman taka telefonina, og vissa tann, ið ringdi um, at tað er gott at hoyra, at tey hava tað gott, tær eru bara so monumentalar, at tær skera seg í minnið. Roy Anderson hevur skapt eitt slag av tíðarleysum one-liners, sum á ein hátt minna um tær handilsligu tryggingarlýsingar, sum hann gjørdi fyri Trygg-Hansa fyri áratíggjum síðani. Eg vil ráða øllum til at fara á YouTube og finna tær allar samlar. Perlur fyri fólk við áhuga fyri marknaðarføring.


Fleiri ferðir kendi eg tað, sum um heimliga sjónvarpsrøðin um Eik blinkstraði í smáum, men sterkum blunkum av hvíta týska løriftinum. Íslendska sýningin úr Vónarstræti, sum hevði enska heitið Life in a Fishbowl, gjørdi seg til í ymsum tíðarløgum at lýsa tríggjar lagnur, sum á ymsan hátt vórðu raktar av kreppuni, tá íslendska fíggjarkervið rapaði.


Blaðungi kvinnuligi høvuðsleikarin, Hera Hilmarsdóttir, er Eik, ja Eik, í hesum eskatologiska íslendska dansi um gullkálvin. Meðan bankaskuldin bara veksir, arbeiðir hon í barnagarði um dagin og er call girl um náttina. Fótbóltsstjørnan Sölvi er headhuntaður inn í bankaverðina, tí han er hin føddi seljarin, og triði persónurin er rithøvundurin Móri, sum reisir seg úr rúsinum og gevur út eina metsølubók, sum kann loysa Eik úr botnleysu skuldini – tí hann selur húsini í Vónarsræti til bankamannin Sölvi og flytir Eik pengarnar. Alt gongur upp í hesi menniskjansligu bankatragediu. Sindur triviell søga, men allir leikarar eru so sannførandi, at tú verður førdur í annan heim, akkurát sum í einum ordiligum filmi. Eg verið forførdur og eg elski tað. Afturfyri vinna Eik og hennara fólk fyrstu virðisløn í Lübeck, NDR Filmpreis við 12.500 evrum. Tað kunngerð svenski krimihøvundurin Håkon Nesser, sum er í dómsnevndini.



Týska grundgevingin er henda: Der Film sticht vor allem durch seine ungewöhnliche, sehr besondere Schauspielleistung hervor. Eine Geschichte, die durch eine tiefe Menschlichkeit in einer durchaus kalten Gesellschaft fesselt. Ein dramaturgischer Bilderbogen, der anmutet wie ein Roman, zeichnet dem Zuschauer verschiedene Lebensentwürfe auf, die so ungewöhnlich wie ergreifend skizziert sind. Der diesjährige Gewinnerfilm des NDR Filmpreises zeigt eindringlich, welchen Einfluss der wirtschaftliche Niedergang Islands auf die Schicksale einzelner Menschen hatte. Zugleich entführt er in ein Land, in das wir selten einen so intensiven Einblick bekommen wie hier. Damit steht das Drama von Baldvin Z. in bester Tradition der Nordischen Filmtage. Ich gratuliere dem Gewinner sehr herzlich!

Tveir av stóru filmunum eru knýttir at tónleikinum í sekstiárunum. Annan vegin er tað norska metsølubókin hjá Lars Saabye Christensen frá 1984, sum danski Peter Flinth, ið áður gjørdi Arn í Svøríki, hevur vágað sær at gera til film við sama navni sum bókin, Beatles. Og tá so er, so skal alt góðkennast av Paul McCartney og Apple Records, sigur resolutti leiksjórin, sum tók við, har tveir norðmenn frammanundan høvdu slept.


Beatles er ein beint fram góður uppvakstrarfilmur, sum uttan nakað hóvasták lýsir fýra ómusikalskar vinmenn í Oslo, sum hava fýra fyrimyndir úr Liverpool, og høvuðspersónurin at enda finnur sína egnu rødd og gerst – jess, rithøvundur.


Hin tónleikfilmurin Itsi Bitsi er meira kompleksur og lýsir danska Eik - har var hann aftur, mentanarligi hugskotsbankin Eik - men hesuferð við eftirnavninum Skaløe, gandakendi danski hippie profeturin og móðurmálsyrkjarin, sum eingin undan honum, men sum brendi øll ljós í rúkandi ferð, og lat seg doyggja í ungdómsrúsi í oyðuni handan øll mørk. Restin er søga, serliga hon um Steppeulvene og einastu LP plátuna Hip, og øll brøvini til vinkonuna Iben Nagel, dóttir Halfdan Rasmussen.


Itsi Bitsi er enn ein hugvekjandi lýsing av gávuríkum ungdómi, sum fellir til tann helvitis rús, sum forbannaðir javnaldrar halda fram fyri næsarnar á veikum vinmonnum. Eftir henda film vil eg mala til strangastu straff fyri at rúsa gávuríkan ungdóm so langt út av nálini sum Eik Skaløe. Hesir pusharar skulu fáa allar tær bøkur og plátur, sum Eik Skaløe aldri gav út eftir kanti í nakkan. Kanska við einum afturvendandi aksjónsdegi sum byrjar á Pusher Steet. Tað skal so verða mítt uppskot. Ferditt.  


Svenski filmurin Turist (Force Majeure) er enn ein nøtrisøga frá meistarliga Ruben Östlund, sum ofta arbeiðir við óhugnanum, ið fjalir seg undir borgarligu tilveruni, happing til dømis, og slær til, tá tú minst væntar tað. Í hesum føri er tað ein svensk familja, maður, kona og tvey børn, sum eru farin í Alpurnar at standa á skí. So hendir eitt skalvalop og einki verður sum fyrr. Ikki tí, skalvalopið ger ongan skaða, men parlagið og kynsleiklutirnir verða løgd undir luppin heilt til opna endan. Meistarlig søga og upplegg til kjak í skúlanum.


Danski Christian E. Christiansen lýsir í Lev stærkt ungar dreingir, sum koyra street race, kappkoyring í gøtunum, við deyðiligari avleiðing. Enn ein týdningarmikil søga, mest sum úr okkara egna veruleika, sum er uppløgd í arbeiðinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Brúksfilmar eru teir allir samlir.


Tá allar sýningarnar eru lidnar upplýsir Linde Fröhlich, at síðani november í fjør hevur hon hugt at 440 filmum, stuttum, langum og dokumentariskum, í meðal ein tíma hvør. Á skránni í ár vóru 172 filmar og 29.000 atgongumerki eru seld og dagsins avís, Lübecker Nachrichten, skrivar í oddagrein, at listin livir í biografinum og at góðar søgur finna stórt publikum. Enska tíðindaskrivið frá Linde og Christian til altjóða pressuna sigur, at 'We’re not looking to break records, but when they break themselves with audiences of 29,000, we consider that an exceedingly positive sign. This year’s festival offered visitors not only film and cinematic events, but above all, the welcoming atmosphere that makes Lübeck so special. We want to extend our thanks to our committed sponsors, as well as the filmmakers whose wonderful movies contribute to creating that atmosphere. Thank you!” - Nú eru stundir at binda frið og so vóni eg, at filmiska sambandið við Føroyar verður hildið við líka og at vit síggjast aftur til 57. norðurlendsku filmsstevnuna, sum verður 4.-8. november 2015, sigur Linde, sum fyrrárið var við í Geytadómsnevndini.


Býurin er hin sami, sum hann altíð hevur verið. Ja, helst síðani miðøld og longur aftur. Men mongu kirkjurnar eru eins opnar og her hjá okkum, her tey hava konsertir við tungmálmsrokki. Í Sankta Petri dómkirkjuni hava tey mín sann dekkað upp til veitslu við víni og mati.


Og so ber til at fara í lyftu upp í tornið og síggja vakra býin úr erva.


Av torginum aftanfyri býarborgina ljóða swingandi týskir schlagaratónar. Haldi meg kenna stevið í Blanket on the Ground frá eini mjúkt breiðari kvinnurødd, átøk Birthe Kjær og hennara blóðreyða gummibáti, sum Cordula Maak framførir í lokala bólkinum Cheery Band. Tað hevur hon gjørt síðani 1999 og er eingin ársungi, skilji eg. Deilig løta, ja sum ólavsøka. Kanska er heima allastaðni. Tey brúka bara ymsar tungur at siga somu heimasøgur. Allastaðni.


Og so er nátt í Hansastaðnum Lübeck. Bara ein einslig harmonika hoyrist við eini sjómanskvøðu, nú øll venda heim til síni.