Skip to main content

Fjørðurin henda dagin og hin dagin


Um áttatíðina í morgun fjúrtanda oktober og hósmorgunin um somu tíð annan oktober, tók eg hesar báðar myndirnar av sama stað. Eins og sólin, eru oyggin og fjørðurin tey somu myndaevnini.


Hetta er sama útsýni fyrsta jóladag í 2011. Myndirnar eru tiknar av sama stað, seinrapartin klokkan fýra. Nólsoyggin dagar undan av og á og fjørðurin er vundin upp í skúm og hvítur froyður liggur omaná sum eitt surrealistiskt teppi, ið flytir og snurrar seg alt eftir ættini. "Tað tekur leyst", sum nólsoyingar siga.