Skip to main content

MíttLand við Oyrarsund


Á øðrum sinni varð tónleikatiltakið MíttLand hildið á Femøren á Amager í Danmark, hesuferð við tveimum pallum, einum úti og einum inni, í tveir dagar.


Gamaní er betri tamarhald á veðri, ljóði og pylsusølu, tá størsti pallurin er innandura í risatjaldi, men tá er uttandurakenslan, grøna grasið, sólsetrið og leyvið í trøðunum slept. Tó, í fjør var MittLand hildið seinni í september, og tað bleiv rættuliga kalt í myrka skugganum, tá sólin setti, meðan Oyrarsund hómaðist í baksýni. Tað bilti so ikki í ár. Og enn var grøna grasið og Volkswagen-pylsuvognarnir ikki langt frá tjaldinum. Deiliga retro.



Eins og lítli Bjartur, omanfyri, kundi tú ganga inn og út, uppliva intima pallin undir trøðunum uttanfyri, við einum heitum fronskum hundi í hondini, fiskasúpan til tey vaksnu frá Jan, ella bara fara inn í tjaldið og ganga mitt millum risastóru hátalararnar hjá Hjalmari Hvítklett,


- og akkurát í hesum lamiterandi krossfelti hoyra Swangah við besta dreiv, eg minnist meg hava hoyrt, síðani eg legði seinastu plátuna á plátuspælaran, Paul’s Botique hjá Beastie Boys í 1989.


Løgmaður byrjaði. Hann hevði Pál Joensen og tjúgu sendimenn við sær. Hetta hava tey dugað væl, fólkini aftanfyri MíttLand, at fáa kend fólk at møta til tiltakið.


Síðani spældu Hallur, Uni, Lena og Stanley hvør í sínum lagi eina vælvalda viftu av country, blues, tíðarleysum singer-songwriter, vísum og George Harrison tulkingum, sum skræddarseymað til høvið, pallin og publikum.



Við besta ljóði og tónleiki í baksýni, eru føroyingar, lesandi og bankastjórar, komin at møta hvør øðrum. Tað er forgrundin og liggur fremst fyri hjá øllum, at møtast. Menniskjan er ein sosial vera. Eisini føroyingar í útlegd við Oyrarsund.


So skrúva Rock Mamas hart frá í stóra tjaldinum. Tær eru Guðrun Sólja Jacobsen, Linda Andrews og Anna Nygaard, sum eisini kallar seg Faroe, og tók øll á bóli. Í føroyska tónleikasummarinum, har vit hava hoyrt nýggjar vælsmurdar konstellasjónir, sum Flammu og Halleluja Sofus, er Anna Faroe í Rock Mamas, tað mest sannførandi í ár, kanska tí tað var so ovæntað. Og júst hetta við tí óvæntaða er altíð spennandi á livandi konsertum.


Seinastu, at leggja lok á fríggjadagin við summarsliga Oyrarsund, vóru TÝR, sum eg fyrstu ferð hoyrdi saman við dønum og grønlendingum á Listastevnu Føroya í Ítróttarhøllini á Halsi í 2001. Hesi mongu árini síðan túsundáraskiftið hava teir í TÝR uttan íhald spælt tónleik, givið út fløgur og turnérað og fingið tað at borið til at liva av tónleiki, uttan at ganga til grundar og geva seg yvir til innihaldsleysa handilslívið. Sum eingin annar føroyskur bólkur kunnu TÝR geva eitt sjov, ið er innstillað sum ein tíðarbumba, frá byrjan til enda, íroknað headbang við langa hárinum upp í loft, allir í takt. Einasta atfinngin er, at Paul Watson, sitat: “denn lortendi”, varð nevndur tvær ferðir. Tað eru TÝR ov góðir til. Men kanska var høvið ov stuttligt til at lata vera.


Meðan fríggjadagurin var tættpakkaði konsertdagurin við saft og kraft, var leygardagurin meira isi. Byrjað var longu eftir middag við Jógvani Zachariasen, sum eisini sýnir breiddina í tiltakinum MíttLand. Vælfagnaði Halleljua Sofus slapp upp á stóra pall eins og øll hini. Onkrar broytingar vóru í skránni, m.a. Annika Hoydal, sum ikki kom á pall fyrr enn móti endanum, tá leið móti midnátt. Men aftur her, tað bilti ikki petti, tí fólk vóru komin at hugna sær, møta vinfólki og gomlum skúlafeløgum, tú ikki hevði sæð í ein mansaldur. Og stóra aldursspjaðingin gjørdi upplivingina enn betur, so eg ikki tók mær tykni av, at onkur segði, at nú var útselt í barrini. Í stundini var hin fryntligi kokkurin Jan har við einum bikari av fiskasúpan.



Eftir stuttligan felags-rópi-í-telti-øl-sang við Anfinni og Niclas Hera, tóku Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen seinastu vakt á Oyrarsundspallinum. Havi hoyrt teir fyrr á hesum leiðum, eisini á Loppen, og eri enn sannførdur um, at eingin ger teimum kynstrið eftir, at fanga eitt føroyskt publikum. Eingin. Hetta er dystur á heimavølli til minsta smálut, serliga kunstpausur og fingrapeik frá dirigentinum Terja. Alt er uppá pláss og teir levera vøruna. Hvørjaferð. Uppgávan er at halda støðið, dreiv og engasjemang. Tað gjørdu teir tríggir í yvirflóð.



Og at enda savnaðust øll at syngja Mítt Land hjá Eyðuni, sum er eitt skup fyri henda festival í fremmandum, og so hátíðarliga tjóðsangin, sum var tað ein fótbóltsdystur á miðjari nátt. Ballið lokið og ikki eitt eygað turt. Akkurát sum tað skal vera. Emblematiseraðu tjóðskaparligu konvensjónirnar eru ikki til diskusjón. Tær eru bara har. Mitt millum føroyingar í Danmark.

Takk fyri hesuferð, vónandi síggjast vit enn fleiri næsta ár.

Myndirnar tók Bjartur Vest