Skip to main content

Tað ganska almindeliga


Í eigarafelagnum, har eg búgvi, síggja vit millum annað svensku sjónvarpsrásina SVT2, sum hevur fleiri ganska almindeligar sendingar, so sum Babel, ið er ein ganska almindelig sending um bókmentir, Agenda, sum er ein ganska almindelig sending um aktuell viðurskifti úr ymsum herðashornum, og beint nú er fjórða kjaksending við politiskum floksformonnum um fólkaskúlan upp undir Ríkisdagsvalið, sum hevur heitið Världens bästa skitskola, heimsins besti lortaskúli, svenska sending altso.

Hesar heilt almindeligu sendingar eru ein fragd at síggja, tí tær eru so fyltar við vælskipaðari, innsavnaðari og frambornari vitan. Hvørja ferðina fái eg nakað burturúr, hóast eg ikki búgvi í hasum landinum.

Her í heimlandinum fái eg fyrst og fremst at vita um ein original á bygd, sum hevur bygt sítt egna elektrisitetsverk og aldri í lívinum fer at savna innaftur allar útreiðslurnar, og næsta kvøld eru høvuðstíðindini ein brunaroynd í eini aðrar bygd, sum skal læra okkum ikki at koyra battarí í skrell.

Hvar fór nú tað ganska almindeliga? Ber ikki til at halda seg javnt og samt á jørðini og lata okkum fáa ein javnan streym av tí almindeliga, sum hjá teim flestu er fremst fyri og ríkar okkum gerandisdegin, hóst tað til innihalds onkuntíð kann verða nokkso skakandi?

Men hinvegin skal eg rósa Ivan fyri at gera góð prát seinastu tveir, tríggjar fríggadagarnar í Degi & Viku, prát, har tú á sama hátt, sum í nevnda svenska sjónvarpi, fert ríkaður og upplyftur frá. Sama er við Suna og nýggju ungfólkunum í Útvarpinum, beint nú um morgnarnar, bara tað er substansur í prátinum, og ikki einans interview við hvørt annað um at lesa í einum útlandi. Tá fert tú ríkaður frá prátinum, ofta nettupp tí, at tað er ganska almindeligt, tí tað er júst har, vit kunnu hóma farran av eini sál, har úti í tí ganska almindeliga menniskjahavinum. Eg elski almindeligheitina. Í hvussu so er beint nú eg hyggi eftir heimsins besta lortaskúla á svenskum. Ikki á føroyskum, mind you!