Skip to main content

Syng, syng, syng


Flestu munnu verða samd um, at hæddarpunktið á ólavsøkuni er felagssangurin á midnátt, ein tíma fram í góðum felagsskapi. Tað heldur Magni Dalsgarð, sum teknar permuna á sangheftinum, helst eisini.

Orsøkin er, at allastaðni, har føroyingurin kemur og fer, skal syngjast. Annan vegin er tað eitt vælsignilsi og hin vegin eitt forbannilsi. Sum altíð, ræður um at finna gylta millumvegin. At hugsa um høvið og endamálið hjá hesum skotrandi málbólki, harmoniskum eins og tónadeyvum.

Fyri fimm árum síðani hátíðarhelt høvuðsstaðarkommunan fólkaræði í hundrað ár, har bæði høgur og lágur varð boðin við. Av sonnum eitt heiðurligt tiltak, sum kommunan tá setti í verk. Og longu árið fyri hevði Klaksvíkar kommuna sett sama evni, fólkaræði í hundrað ár, á føroyska skrá. So undirtøka er fyri fólkaræðisliga tankanum úti um alt landið. Og tað er tjóðin, sum eigur hátíðina, tjóðarhátíðina.

Men tað er lítið fólkaræðisligt, tá høvuðsstaðarkommunan letur okkum hoyra eina og somu rødd syngja fyri úr mest sum sama sanghefti ár eftir ár á sama stað. Føroyar eru marglittari enn so. Tað prógvar LGBT-gongan á hvørjum ár tveir dagar undan.

Kommunan, ið stílar fyri hesi hátíðarløtu við midnáttarsangi, má duga betri at síggja tað marglittu breidd, sum er í heimligum felagssangi, innan hann dettur sundur og gerst sálarleyst maraton, ið bara er eitt avgreiðslumál at taka sum app úr fartelefonini.

Úr kommununi hevur verið sagt, at hetta er sama grenj, sum tekur seg upp á hvørjum ári, so vælsignað komið við uppskotum, verður sagt. Tað taki eg beint til mín sum eitt fólkaræðisligt uppskot, nú kommunan ikki kemur við nøkrum. Tað er jú dømi um rættan fólkaræðisligan hugburð. Út til fólki. Og tað skal ikki standa á.

Til tess at tryggja felagssangin á ólavsøku, vil eg skjóta upp eitt sangboð, sum er ein sangstafett, ið stendur fyri eini fólksligari breidd, sum eisini ber í sær eina innovativa framhaldskraft. Tað kann verða gjørt við einaferð um árið at lata eina sangstafett til ein persón, mann ella kvinnu, sum rakar tónan, er mikrofonvand og vil standa fyri felagssanginum. Forsangarin, ið kann verða róptur sangboð, skal vera ymsa staðni úr landinum, skal vera knýtt at einum kóri ella sangfelagsskapi, antin tí hann ella hon stjórnar, ella á annan hátt er virkin í staðbundna felagsskapinum, ið javnan møtist at syngja í verðsligum ella átrúnaðarligum høpi. Navnið á sangboðnum verður hildið loyniligt til sjálv sangløtan er. Tá skal sangboðið syngja fyri úr tí hefti, sum viðkomandi sjálv hevur sett saman eftir nærri reglum. Flestu sangir í heftinum, minst 75%, skulu vera kanoniseraðir forsturlands- og summarsangir. Restin eru aðrir føroyskir sangir, sum eftir hugsan og fyriskipan sangboðsins, eru egnaðir til høvið. Sangboðið hevur ábyrgdina av at prentaðu sangheftini verða deild út til øll, sum eru á Vaglinum, tá sangløtan byrjar. Ytsti karmurin er, at løtan skal ikki vara longri enn ein tíma.

So er boðið til sang. Sangboð.

Vit syngjast á Vaglinum!