Skip to main content

Italia ella ikki...


Í hesum teldutíðin er skjótt at síggja, hvørjar IP-adressur hyggja eftir hvørjum í ymsu leitiskipanunum á netinum. Í morgun veit heimsins størsta leitimaskina á ferðafólkaøkinum, Tripadvisor, at siga, at tað ferðamál, sum flestu føroyingar leita eftir, er Italia. Ovast er Riva del Garda í Italia, síðani Lindos í Grikkalandi og á triðja plássi er Peschiera del Garda í Italia. Men tað heldur Atlantsflog ikki. Tey hava akkurát flogið seinasta túrin til Italia. Finito. Kanska er tað sum á Facebook, at fólk bara sneyta, heldur enn at keypa. Og kanska er tað so, at internetið ger okkum til einki annað enn sneytarar, sum heldur sita heima, enn at fara út í Verðina. Restin fer so beinleiðis til Mallorka. Tað sigur iPhonin í morgun. Telefonin, sum byrjaði við at vera ein telefon, men í dag er óbrúkilig sum telefon, tí tað hoyrist ikki, hvat tú og onnur siga, ti telefonin er blivin ein spælimaskina. Sagt hevur verið, at internetið fór at broyta okkum. Og jú, einki er rættari enn at internetið longu hevur broytt okkum. Viðvíkjandi ferðamálum og telefonum er tað avgjørt ikki til tað betra.