Skip to main content

Ein kulturfasistur leitar eftir COVE í Føroyum


Í dag fari eg at uppfinna eitt nýtt orð, sum eg aldri havi brúkt á blogginum: Kulturfasistur. Ja, tú læs rætt kulturfasistur. Orsøkin er, at eg havi lisið heimasíðuna og allar slóðir hjá Pamelu Anderson í morgun. Haðani skrivar hon stuttorðar stríðstekstir fyri Paul Watson. Pornofrúgvin Anderson er uttan útbúgving, men er eitt hent amboð hjá Malibugrannunum at knýta okkum til japansku grindadrápsmenninar í Taijivíkini, sum blivu brúktir, eyðmýktir og mannminkaðir í Oscarvirðislønta filminum The Cove, sum eg ummælti her á blogginum undir yvirskriftini At drepa dýr í loyndum. Lesið og blívið klókari, allir tit føroyingar, sum í bestu meining vilja dialog, gestablídni og samstarv við kulturfasistar. Her síggja tit, hvørjum tit, og sum frá líður vit øll, eru uppi ímóti.


Óskúlaði, men fullblóðskulturfasisturin, sum uttan kontekst ella aðra vitan, tekur støði í bókini og stórbæru fotoframsýningini hjá Regini W. Dalsgaard 2 minuttir, skrivar soleiðis í dag:
At this moment there are some 70 volunteers from around the world in the Faroes. Like the COVE Guardians in TAIJI they are not there to intentionally break any laws. They are there to do whatever they can do within the boundaries of nonviolence to defend and protect the pilot whales. The KILLERS of course in their predictable need to justify their psychotic behavior accuse these selfless volunteers of being motivated by money, although they are not paid. They accuse them of being racist as if having empathy for life is a racist motivation. They accuse them of cultural imperialism as if being compassionate is some form of dictatorial imperative.
Á vælgerandi merit-listanum hjá kulturfasistinum úr Malibu, stendur, at:
She has defended Paul Watson, of the Sea Shepherd — helping maintain Biodiversity in our oceans — "if the ocean dies, we die”. She has joined forces with Dame Vivienne Westwood, Climate Revolution- protecting the Arctic, defending human curiosity and environmental rights, from Julian Assange, Bradley and Leonard Peltier - freedom of information, Education and Justice for the vulnerable, for all living beings on the Planet - exposing the hardships of women and children in difficult surroundings. Most of her work has not been published. In Pre-production - Vernon God Little- directed by Werner Herzog.
Serliga næstseinasti upplýsingur, um óútgivin bókmentanarlig meistaraverk, og at hon hevur høvuðsleiklutin í komandi Herzog-filminum, eru verdir at steðga við.


Síggi, at fleiri føroyingar í bestu fólksligu meining lata seg avmynda saman við frúnni Anderson og geva henni myndabøkur og annað, sum bara er skjúts heim aftur til okkara. Sparið heldur krútið, til onkur størri felagsskapur kemur higar, og veruliga fær okkum at falla til kníggja, bara tí vit eru løtt at finna, løtt at tøla, løtt at brúka. Stutt sagt an easy target fyri ein kulturfasist, sum í hesum føri í meir enn eitt ár hevur verið húsvill í Malibu, tí hon, sambært altjóða pressu, eigur ikki fyri húsaleigu og, sambært Wikipedia, er á listanum fyri skattasvik í California. Sparið krútið til veruliga hóttanin kemur frá onkrum nógv størri felagsskapi, sum vit einki vita um í dag, men sum veit alt um okkara fiskiveiðu og ynskir okkum har piparið grør. Latið sum tað regnar. Eisini tá Pamela letur seg í pornokyrtil á strondini og regnið avdúkar hvørja vortu og hvørja kropslagd. Sparið krútið, allir testesterongrindamenn. Hon er ein kulturfasistur, sum bara brúkar tykkum. Eins og í førinum Barbu og komandi Gásadalsfilminum hjá Richard Hobert, eru vit statistar og einki annað. Kópakonumyndin niðanfyri er frá ETCanada.