Skip to main content

Havnin ger klárt til ólavsøku


Tað er fríggjakvøld og Havnin ger klárt til ólavsøku, sum verður mánadagin og týsdagin. Í mjørkanum á Skálatrøð lossar Heiðrikur Christiansen eina grøna endurnýtslubingju, har tú kanst fáa pening í hondina fyri tómar fløskurar. Eitt er fløskur, annað er taskur. Í Dómkirkjuna, sum sæst aftanfyri, slepst ikki inn við tasku.


Í Steinprenti skeinkja Fríða og Jan ein kaffimunn afturvið grønari kaku, sum tekur seg væl út við Hanna Bjartalíð og Tróndi Paturssyni í baksýni.


Ólavsøkuframsýningin í Steinprenti er komin á veggin og klipp úr ummælum og greinum um virksemið í Steinprenti er lagt fram.


Kanska er tað fyrst slavni ólavsøkumjørkin og síðani almenna fríggjadagskenslan, sum ger, at í kvøld dámar mær best at síggja svart-hvítu prentini, hóast reytt og blátt fevna meginpartin av rúminum. Fyrst er tað Morten Skovmand og síðani Tróndur Patursson.


Uttanfyri liggja bátarnir. Um teir so aldri loysa frá landi, eru teir aktivir medspælarar í dandandi litverkinum á Vestaru vág.


Í bláum jakka fer Finn fram við gulum blómum og grønum bili móti rustklædda Kaffihúsinum.


Ein av bláu bátunum innasti í Vágsbotni er úr nýggja Levant-kalifatinum Isis. Men bíða nú, hinumegin síggi eg at tað bara er navnið á bátinum, sum er úr Streymnesi. Tað var gott.


Av Flatskattabrúnni, innanfyri Skinnarasker, sæst yvir á Tinganes, sum á ólavsøku er flutt yvir um vágna.


Mest saknaði partur í umbyggingini undir Bakka er komin afturí aftur. Tað er trappan millum brúnna í neðra og vegin í erva, Bryggjubakka. Nú eru avkvettu løgini bundin saman aftur.


Í túninum millum Miðlahúsið og Reinsaríið er fylt við tómum pappeskjum. Tað er Inventartænastan, sum ber stólar inn í nýggja spælistaðin í gamla Reinsarínum.


Tróndur Dalsgarð, fotojournalistiski grannin í Tórsbyrgi, hjálpir kanadiska fotogtafinum Ed Ou og Elise Coker, sum er úr New York, at gera reportasjur í Føroyum. Ed og Elise eru frá Motherboard hjá The Vice Channels í New York.


Kringvarpið hevur samband við Tinghusið og allir kaðalar eru merktir og klárir av Vaglinum, niðan í Sortudíki og út til allar Føroyar í øllum londum.


Í garðinum framman fyri Sloans hús eru lagdar gøtur og plantaðar nýggjar blómur, sum stand seg væl upp móti anonyma og tó listprýdda bakvegginum á gomlu Telefonstøðini, sum nú er partur av Løgtingshúsunum við Tinghúsvegin.


Í Kaffihúsinum hava tey fingið nýggja boðtænastu, so tú sært og hoyrir, nær bílagdi maturin er liðugur og klárur at heinta við diskin. Tað er ein rundur, svartur ufo, ið fer at blunka og lata, tá klárt er. Snilt.



Og hvør kemur har, beint fyri gluggan, við reyðari nøs og andar á rútin? Er tað ikki hann sjálvur...


Jú, tað er Ole Wich og eftir ein góðan bita, fara vit niðan í Tjóðleikhúsið, at keypa atgongumerki til klóvnaleikin hjá Eventmálaráðnum, Terry'sa Saga, sum byrjar klokkan sjey.


Og aftur nú ein við reyðari nøs í Havnar gøtum. Er tað ikki...?


Jú, tað er Kjartan Hansen, sum er inni og úti og allastaðni í leikinum Terry'sa Saga, sum er føroyingasøga í ein tíma, uppa slagið, tí tá ringir út og ljósið verður sløkt. Ein unikkur klóvnaleikur av standupp slagnum, frekkur, stuttligur, hugvekjandi og altíð nærverandi, sum at fáa alla skúlagongd í søgu vundna uppaftur og spælda aftureftir, so tú helst fær meira burturúr, enn tíggju ár í skúla. Klóvnurin er eisini ein masokistiskur søgulærari við einum meir enn erotiskum forholdi til heimliga søgu. Tróndur í Gøtu er Don Corleone hjá Marlon Brando við kettu, og Tórður Mikkelsen fær sítt sum sjónvarpsmaður. Og so er ein finta í endanum, sum ikki skal verða avdúkað her. Ein tími, sum er góður.


So fara vit oman á Hvonn at njóta eina yvirgeraða hveitiøl av belgiska Hoegaarden slagnum, meðan vit skifta orð um ymsu løgini í meistarliga spælinum hjá Kjartani Hansen og førleikan at skifta staklutir út, alt eftir staði og áskoðarum.


Á Vaglinum stendur ein byraður traðarmaður, sum ikki er i slekt við Heðin, men bara ivast, um hann skal taka taxa ella ikki.


Um hornið eru tey farin í holtur við at seta upp pallin til Mikkjal og teir, sum læra at rokka, eisini kallaðir Michael Learns to Rock, sum eru høvuðsnavnið á Tórsfest, sum byrjar leygardagin klokkan fýra og heldur á til klokkan trý í nátt.


Innan eg fari heim, tryggi eg mær at gøtulyktin enn er á sama stað, tá syngjast skal á midnátt úr heftinum ólavsøkukvøld. Tað var í fjør, at ein javnaldri prikaði á ryggin og spurdi: 'Veitst tú hví, vit altíð standa her?' So peikaði hon upp á sterkastu gøtulyktina í býnum. Orð er óneyðug. Men jú, hon hongur har enn, lyktin.