Skip to main content

Til lukku við Nóa, øll í Íslandi!


Í kvøld varð filmurin um Nóa frumsýndur í Havnar Bio við Russel Crowe í høvuðsleiklutinum sum gudsmaðurin, ið fær til uppgávu at sleppa sær í ørkina, tí nú kemur flóðin mikla, ið oyðir alt lív á jørðini. Jennifer Connelly er kona Nóa og Emma Watson er fosturdótturin, Ila, og Anthony Hopkins er Metusalem.


Leikstjóri er amerikanski Darren Aronofsky (f.1969), ið eg higartil kenni sum ein eksperimenterandi listamann við ovurhonds áhuga fyri bíbilskum science-fiction søgum um deyðan í The Fountain (2006), men eisini meistarligari persónsinstruktión í kjøtiliga filminum The Wrestler (2008) við falna einglinum Mickey Rourke og ikki minst pínufullu nøtrisøguni í balettfilminum The Black Swan (2010).


Nú er hesin spennandi filmsleikstjóri kastaður fyri leyvurnar at gera film úr Bíbliuni fyri 700 mió krónur, ella tað sama sum tveir flogvallir høvdu kostað. Og í Hollywood er ein syndarlig flóð av Bíbilsøgufilmum í ár: Son of God um Jesu lív, Exodus: Gods and Kings, sum er um Josva og Móses, og so filmar sum God’s Not Dead og Heaven is for Real. Í 2011 kom hugtakandi og djúpt persónliga søgan hjá Terence Malick (f.1943) The Tree of Life, sum bygdi á bíbilsku Jobs bók.


Amerikanski bíbliufilmsklassikarin man vera The Ten Commandments (1956), sum var ein filmur úr amerikanska partinum av kalda krígnum um lovaða landið, og síðani Ben Hur (1959) og The Greatest Story Ever Told (1965), sum allir skúlar í Havn sluppu at síggja. Seinni komu eksperiemterandi filmar sum Life of Brian (1979) og The Last Temptation of Christ (1988), sum báðir vóru bannaðir av blasfemiskum ávum, men Filmsfelagið tó vísti í Havn. Í 2004 kom hin forferdiligi masokistafilmurin hjá Mel Gibson, The Passion of the Christ, sum eingin vildi forbjóða.

Nýfilmaða amerikanska søgan í Havnar Bio byggir í høvuðsheitum á sjeynda kapitil í Fyrstu Mósebók, har Gud sigur við Nóa: “Gakk tú og alt húski títt inn í ørkina, tí at teg havi eg sæð rættlátan fyri ásjón míni í hesum ættarliði...Tí at um sjey dagar lati eg tað regna á jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur og oyði av jørðini hvørja skepnu, sum eg havi skapað.”

Henda knappa frumsøgn úr Bíbliubyrjanini sigur so, at “Á tí degi opnaðust keldur hins mikla frumhavs, og allar lúkur himinsins fóru frá. Og glopraregnið dundi yvir jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur...Einans Nóa var eftir og tey, sum við honum vóru í ørkini. Og vatnið megnaðist á jørðini í eitt hundrað og fimmti dagar.”

Eins og í frumsagnum hjá indiánarum og øðrum upprunafólkum, har sagt verður, hvussu Heimurin og menniskjan blivu til, kunnu hesi avmáldu fyrndarorð hjá Mósesi snúgvast ymsar vegir, eisini fram til nútíðina.
Í byrjanini er filmurin í sama stíli sum allir dómadagsepistlar, vit hava sæð seinastu árini, væl meira crazy comic enn hin inniligi The Tree of Life, sum í løtum kann berast saman við júst henda film. Filmurin um Nóa kann eins væl sigast at taka støði í eini postapokalyptiskari nútíðaroyðu, sum bara er fyri hvít, eftir eitt kjarnorkukríggj ella eina náttúruvanlukku, har alt er bart niður og nú byrjar av nýggjum. Ímillum hesa byrjan og henda enda, liggur tílbúgvingin hjá Nóa og teimum. Hann velur Gud heldur enn familjuna, sum tó er umborð, gerst óður í høvdinum og skilur seg í allar mátar frá verðini, tí stavnhaldið er himmalin. Í moldini í einum jarðarteigi, sum konan hevur velt, finnur hann at enda aftur til hennara. Nýfunna náðin og tankin um at húskið aftur skal fjølgast, kemur inn í lukkuligu lívsmyndina, sum Nóa í fyrstuni sá fyri sær sum persónlig dómadagsprofeti og Endlösung.

Í tøkni er søgan framúr væl fortald. Serliga umfarsljóðið er so sannførandi, at tú vendir tær við og ynskir tær størri og rundari lørift enn tað, sum er í Havnar Bio. Nógv størri, skal myndin standa mát í mun til ljóðið. Men avgjørdi toppurin var í mínum eygum íslendska náttúran, sum í fleiri førum var brúkt sum karmur um einføldu, men ógvusligu bíbliusøguna. Veikasti parturin vóru sonevndu vaktarmenninir, yvirvaksnir transformers úr gosgróti, sum hjálptu Nóa móti vantrúgvandi fíggindum.


Serliga av hesi orsøk, djevulsliga tølandi íslendsku náttúruni, vil eg mæla øllum við áhuga fyri filmsgerð at síggja gudiliga filmin um Nóa, og telja øll tey íslendsku nøvn, sum standa í endanum á avrikslistanum. Eg vil siga: til lukku Ísland! Til lukku við blockbusterfilminum Nóa!