Skip to main content

Stjørnurnar spæla á Sandi




Helena Heðinsdóttir Jørgensen, Sakaris Stórá, og Armgarð Gundursdóttir Mortensen á Bókasavninum á Sandi, har filmurin Vetrarmorgun varð frumsýndur fyri fullum húsum í kvøld klokkan 20. Sakaris er leikstjóri og tær báðar eru høvuðsleikarar í intesu og opinskáraðu nútíðarsøguni um vinalag millum tvær ungar kvinnur. Filmurin er fortaldur í framúr litspæli og í heila takið eru filmisk frásøgusnildi brúkt á ein meistarligan hátt, sum neyvan er sæð í føroyskum filmi áður. Umframt ljós og lit, er samanrenningin millum film og tónleik eisini serliga áhugaverd. Tónleikurin, ið er opin og rúmligur, bjóðar út á stórar víddir, meðan filmurin ofta dvølist í afturlatnum rúmum og umhvørvi. So stórur áhugi var fyri filminum, at tveir tímar seinni varð filmurin sýndur aftur fyri nýggjum gestum. Katrin Petersen, sum hevði lagt kvøldið til rættis, gav fyrst Jákupi Veyhe orðið at greiða frá um film og filmsgerð í einum landi við fáum pengum men nógvum talentum. Síðani komu Mikael Blak, sum hevði gjørt tónleikin til filmin, og Hanus G. Johansen á pallin og spældu tríggjar sangir hjá Poul F. Joensen.


So varð filmurin Summarnátt (2012) sýndur. Høvuðsleiklutirnar høvdu Armgarð G. Mortensen og Renata Jensen.



Sakaris greiddi síðani frá um nýggj filmin Vetrarmorgun, sum eins og hin fyrri er gjørdur á Sandoynni, hóast leikararnir eru úr Havn og norðanfjørðs frá. Nógvir líkleikar eru í søgunum, hóast nýggjari filmurin er munandi ráari og beint fram. Mótvegis fyrra filminum, Summarnátt, so vísur hesin filmurin, Vetrarmorgun, Føroyar uttan postkortmyndir frá Ferðaráðnum, men vísur heldur eina føroyska samtíð uppá ein ótilgjørdan máta, har einki verður pakka inn, til dømis í málbrúkinum. Hóast munin meiri desperat, er endasenan, ið staðfestir vinalagið millum kvinnuligu leikararnar, meinlík hini fyrru, hóast høvuðsleikarin, Armgarð, til vinstru, í ein ávísan mun verður lýst sum ein fallin eingil. Ein ábending sum eisini hoyrist í tónleikinum.


Eftir sýningina var samrøða við leikstjóran, sum greiddi frá, hvussu hann hevði arbeitt við teim framúr góðu leikarunum, og um tað kollektiva avrikið, sum filmsgerð altíð er.


Fyri felagið Fish & Film hevur Ingun í Skrivarastovu framleitt filmin, sum hevur kostað 140.000 krónur. Páll á Reynatúgvu spurdi, hvussu nógv tað mundi kosta at gera ein munandi longri film í oynni. Eftir nakrar varisligar metingar, lendu partarnir, Páll og Sakaris, á 400.000 krónum ella kanska einari hálvari millión. Nú bíði eg bara eftir at ein vinnulivsmaður ella -kvinna á bygd tekur kekkheftið fram og skrivar akkurát hasa upphæddina til Sakaris, ella eitt av mongu filmstlistafólkunum, sum okkara land er vælsignað við. Framleiðarin upplýsti, at Vetrarmorgun verður sýndur á Tjóðpallinum í Havn leygardagin 21. september. So var kaffi og smákøkur, til næsta syning byrjaði.



Fyrri filmurin hjá Sakaris, Summarnátt, hevur verið sýndur í Norðurlandahúsinum, har hann vann fyrstu føroysku filmsvirðislønina, Geytan, síðani í Hollywood og Odense, og skal nú vísast á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck, har Sakaris er boðin. Hvar og hvussu nýggi filmurin, Vetrarmorgun, verður sýndur í útlondum, er enn loyniligt. Og longur fram í filmisku tíðina, tá undirsjóvartunnilin er komin, og Teistin ikki longur siglir til grefligasta mannaverk Føroya, tá vil eg hava drive in biograf á Gomlurætt. Tað er so vist og sætt. Og løriftið skal vera so stórt, at tað sæst úr Hesti.


Men ímeðan hevði tað frøtt meg, um Strandferðslan fekk sær eina bíleggingarskipan, so tú visti um tú slapp við Teistanum í bili og kundi keypa tær ein ávísan túr aftur og fram, enntá við Visakorti, beint ur telefonini. Tað hevði verði eitt stórt framstig, at gjørt tað so mikið lagaligari at fara ørindi í Sandoynna og aðrar oyggjar við. Púra uttan tunnil. Livst, so spyrst - og filmast!