Skip to main content

Renoir - tað er myndlist!


Í røðini av listafólkafilmum er tað eydnast áhugafelagnum Steinbrá at fáa Havnar Bio at sýna nýggja franska filmin Renoir (Gilles Bourdos 2012). Filmurin verður sýndur tvær ferðir og atgongumerki kunnu keypast longu nú. Fyrra sýning er leygardagin 16. mars kl 16:00 og seinna sýning er sunnudagin 17. mars kl 16:00. Undan fyrru sýningini, leygardagin kl 16, heldur Hanna Jensen, studentaskúlalærari og franskur konsul, stuttan fyrilestur um filmin. Filmurin, sum varir 111 min, er um listamálaran Auguste Renoir (1841-1919) og sonin Jean Renoir (1894-1979), ið var filmsleikstjóri og m.a. gjørdi krígsfilmin Le Grande Illusion við Jean Gabin í 1937.

Sum eitt kuriosum kunnu vit nevna at Renoir filmurin Boudu sauvé des eaux (1932) verður nevndur í stuttsøguni Símun og Boudou í Havnagøtum í savninum 'Roynd 1' (1971) eftir Arnbjørn Danielsen
(1947-1980). Í søguni hoyra vit um nakað so sjáldsamt sum ein filmklubba úti á Reyni.


Arnbjørn, sum var studentaskúlalæri, hevði eisini lisið filmsvísund. Nýggi biograffilmurin um feðgarnar Renoir varð frumsýndur í Cannes 26. mai í fjør. Tá var leikstjórin, Gilles Bourdos, longst til vinstru niðanfyri, avmyndaður saman við fronsku leikarunum í nýggja filminum Renoir.

Sýningin er almenn og hvør einstakur keypir atgongumerki sum vanligt við diskin ella á netinum hjá Havnar Bio. Atgongumerkini kosta 85 kr hvørt. Høvið verður at tekna seg sum lim í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá grafiska verkstaðnum Steinprenti á Skálatrøð í Havn.

Renoir, tað er sonn myndlist - í Havnar Bio!