Skip to main content

Heilag løta við Hanusi og túsund gudum



Í dag kom Hanus G. Johansen inn á skrivstovuna við nýggju fløguni í hondini. Gerð so væl! Lurta eftir henni og eg hevði verið fegin, um tú ummældi hana.

Setti meg at lurta aftaná Dag og Viku og eri púra burtur í henni, nýggju fløguni Á fold eru túsund gudar. Afturvið læs eg góðu orðini hjá Theodor Olsen, presti, um hin tvíoygda Poul F, sum eins og undirspælið bæði er hvast og kínandi.

Í annaðkvøld verður fløguaktuelli Hanus at hoyra í Sumba, har yrkjarin Poul F. Joensen (1898-1970) vaks upp. Hanus sigur, at síðani sjeytiárini hava søvnini sjáldan verið meir enn armslongd burturi og nógvar av yrkingunum eru prentaðar inn í sálina.

Fløgan, ið Mikael Blak hevur framleitt og Jónas Bloch og Theodor Kapnas hava tikið upp og ljóðblandað, telur ellivu tekstir hjá Poul F, sum Hanus hevur sett lag til. Átta uppruna tekstir og tríggjar týðingar eftir skotska Robert Burns, svenska Gustav Fröding og týska Georg Friedrich Daumer.

Ljóðmyndin byggir á landslagið hjá Mikael Blak, sum vit hoyrdu á Hørpuspælaranum fyri tveimum árum síðani, har sangirnir komu krúpandi, spakuliga og deyðsmerktir, og so kasta teir seg bráddliga á hin bógvin, harðliga lívsjáttandi, ja beint fram eksalteraðir. Uppvið øllum hongur Poul F, eina løtu lágmælt ástarbundin, so tíðin stendur still, næstu løtu ertandi komiskur, so tú liggur í skelliláturi.

Fyrsti sangur Bergtikin er at hoyra í Útvarpinum í hesum døgum. Hetta er ein av vøkru ástaryrkingum Poul F’s. Aftast í ljóðmyndini er piprandi hjartaslátturin, bassurin hjá Mikael Blak, fremri er brúsandi urgan hjá Magnusi, síðani twang swingandi el gittarin hjá Benjamin, ið far meg at hugsa um Rasmus, Marvin, Atkins og Knopfler alt í einum, og so trumman, nýggjasta ljóðføri hjá Hanusi. Sum nakað heilt nýtt er eydnast at brúka trummu aftur við einum inniligum Hanusi. Tað er amerikumaðurin Derek Murphy, ið hóvliga slær á trummu, uttan at smildra ljóðmyndina, sum á hesum fyrsta sangi er spent upp fyri okkum í øllum litum Hanusar. Bravo!

Annar sangur er Trúnaðardungin við dukandi óljóðsgittara fremst fyri, sum var tað Velvet Underground í garasjuni hjá Morrison í Belfast í 64, men tó á palli eitt leygarkvøld millum túrarnar í Klaksvík, har hvassi Dave Edmunds gittarin hjá Peturi Hans Poulsen í Opus hoyrist eina evarska løtu í Djórayndinum hjá Glerfoss. Og so kemur rullandi jazzpiano hjá Magnusi inn í ljóðmyndina og við fullfeitum elbassi verða vit førd inn um dyrnar í Perluni, har Mass Ingi og teir diskutera Pastorius undir lágum lofti. Føroyskur rokkur right on, tá hann er bestur. Hetta er Gloria á føroyskum. Ein nýklassikari.

Triði sangur er hin snøggi Slanguhalin, ein týðing hjá Poul F eftir týska Daumer, sum segðist hava Kaspar Hauser sum næming millum heims og heljar. Hetta er strammasta og best avmálda kompositión á fløguni. Eitt djevulskt meistaraverk í tveir og hálvan minutt.

Fjórði sangur er skemtivísan um Óla á Hólalagi Ein sorgarsøga við sangaranum í miðdeplinum, meðan undirspælið tekur mandolinina fram, kínandi trummur, stevbassur og eitt lætt piano rullar inn og út og at enda tekur samanum. Hetta er framúr ljóðarbeiði við einum fantastiskum enterteynara, performaranum Hanusi mitt fyri. Hetta er bara so leikandi lætt. Eitt jazz combo við einu írskum farra, kanska Chieftains tá teir vóru best.

Fimti sangur gevur fløguni navn, Á fold eru túsund gudar. Fyrst ein lestur, sum Hanus dugir so væl, intenst nærverandi, og so rútmiskt spæl fyri Eros, næstan sum Kim Larsen umborð á Jútlandiu, lætt leikandi, við brúsandi urgu og elgittara fremst í myndini.

Sætti sangur er einfalda ástarvísan Til hina einastu. Stig fyri stig ganga vit við Hanusi sum ferðaleiðara inn í trý ørindi hjá Poul F í tríggjar minuttir. Klassiskt.

Sjeyndi sangur Mín Stella er aftur hin siðbundni Poul F, so sum vit fyrr hava hoyrt Hanus tulka hann og hansara tekstir. Men so kaga bæði banjo og mandolin hjá Benjamin fram og lyfta sangin upp í loft, har hann sveimar í ring, júst so sum enterteynarin og showmaðurin Hanus dugir sum eingin annar.

Áttandi sangur byrjar við kontantum samanspæli, har piano, urga og akkustiskur gittari eru fremst. Heitið er Í iva, sum er týðing eftir svenska Gustav Fröding. Rættuliga siðbundin fólkavísa, í støðum meinlík Gluggamynd hjá Glataðu Spælimonnunum í 1983, men framborin so ektað og sjáldsamt av Hanusi, at hann ber øllum showinum og vevur fram eina egna og nýggja ljóðmynd við sarkastiskum innihaldi.

Níggjundi sangur er aftur ein djevulsk skemtivísa, hesuferð um Jens Jógvansson, upprunaliga eftir Robert Burns. Her flippar Hanus heilt út og er aftur rokkarin í 60’unum, nett sum í øðrum sangi í hesi røð. Satt at siga dámar mær best tá Hanus larmar og sleppur øllum bindingum, uttan at tað gongur út yvir orðini, sum verða framborin so týðuliga, sum vóru vit til ræddarvenjing. Og so er aftur larmur, enntá við einum fagnaðarrópi. Frálíkt.

Tíggjundi sangur er ein vøkuvísa, øvut av eini vøgguvísu, við heitinum Til mína. Vøkur vísa um deyðans bróður, svøvnin, bygd upp stig fyri stig, so sum vit kenna Hanus frá fyrr. Stillisliga leggjast ljóðførini afturat og nákvæma røddin stýrir og fevnir øllum. Inniligt.

Ellinti og seinasti sangur er Gloym meg ikki, men hav meg í huga. Við minimoog og sitrandi gittarspælinum, sum er floymandi eyðkennið hjá Benjamin, har tað vellir úr hvørjum streingi, hægri og hægri, til liðugt er. Punktum. Ein klassikari er komin at enda.

Í næstu viku byrja útgávukonsertir norðanfjørðs, fyrst í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 30. november kl 20:00. Frá Sumba til Fuglafjørð er tað hugvekjandi at leggja sær í geyma, at Poul F og Victor Danielsen báðir hava gingið á Læraraskúla um sama mundið. Victor, sum var føddur 28. mars í 1894, tók læraraprógv tjúgu ára gamal í 1914, og Pól F, sum var føddur 18. november 1898, tók læraraprógv bara átjan ára gamal í 1917. Tá Victor andaðist í 1961 heilsaði Poul F honum m.a. við hesum orðum:

Vit lærdu báðir til sama starv,
men báðir slitu vit tjóðrið,
tó atvoldin tín var mótvegis mín,
og við hvør sínum fari vit fóru

Eg virði teg hátt, tú ein stríðsmaður var,
sum gav alt fyri hugsjónir tínar,
eg fati teg væl, tó eitt bládýpi var,
millum hugmyndir mínar og tínar



Fyri tveimum árum síðani, 9. desember 2010, var eg til konsert við Hanusi G. Johansen og skrivaði sama kvøld soleiðis á blogginum:

Patriarkurin

Á blogginum um dagarnar nevndi eg Martin Joensen plátumeistaran. Skal eitt einstakt heiti heftast á Hanus G. Johansen, so er tað patriarkurin. Hanus er ein patriarkur, ikki bara í útsjónd og pallstíli, men eisini tá hann tónsetur Pól F., og speglar hansara skaldskap, ið streymar til okkara - hástemtur, og í glógvandi løtum nøtrandi djevulskur, afturvið vælskipaðum smátónum, onkuntíð sum Cohen, onkuntíð sum Pink Floyd, onkuntíð sum ein hamrandi Leon Russel og at enda við eini gittarsymfoni, sum var tað Grieg uppá speed. Men mest sum Hanus, patriarkurin, ið syngur Pól F.

Sangskráin var úr nýggju fløguni, Hørpuspælarin, ið kom út 18. november, sum er føðingardagur hjá Pól F. Mikael Blak hevur framleitt og Jónas Bloch Danielsen tikið upp og ljóðblandað.

Tað var ein fragd at hoyra fylgispælið, sum lukkutíð var uttan trummur. Lætt og vælskipað, við smámunum, sum gjørdu tey í støðum drúgvu og fábroyttu løgini illustrativ og sterk, uttan at vera petti ágangandi. Bara málandi, við øllum litum og brøgdum.

Magnus Johannesen spældi á flygul, Kim Hansen á orgul og mellotron, Mikael Blak á el- og kontrabass og Benjamin Petersen á akustiskan og elektriskan gittar. Og so gingu teir til og frá ymsum ljómborðum, sálmasúkklu, sum er gamaldags traðkiorgul, mini-moog, mellotron og vibrafon. "Teir spæla uppá allan fana," segði hin burleski Hanus, meðan Benjamin gekk allan pallin runt frá gittar til vibrafon. Og tað var ikki endi á smáu litbrøgdunum í skiftandi ljóðmyndunum.

Og brátt var løtan farin. “Nú hava vit spælt allar sangirnar á fløguni,” segði Hanus, uttan at eg hevði kvett eftir klokkuni. Tað er ikki hent áður. Og so komu eykaløg og áhoyrara vildu hoyra enn meir. Og tað fingu vit. Ein seinasta heilagaðan sang frá einsamalla patriarkinum í sakralum ljósi frá Zachariasi og ljóðblandi frá Jónasi.

Ein av bestu konsertum í Norðurlandahúsinum í áratíggju. Farið og lurtið eftir patriarkinum innan ov seint er.