Skip to main content

Allastaðni útlendingur inst í sjálvum sær


- Vit elska blóð í Ekstrablaðnum, men vit ætla ikki at fara so langt, sigur blaðstjórin á Dimmu í Pressuni í Útvarpinum, har Pidda-málið er til viðgerðar. Besserwisser faktorurin er nokk so høgur hjá miðlunum, sum okkara vegna eiga tveir sessir í Rættinum.

Fólk eru á gosi um tær frásagnir, sum allir miðlar uttan undantak hava úr Rættinum í Pidda-málinum.

Í fyrsta lagi á gosi um tann óhugna, sum frásagnirnar leggja á blik og í øðrum lagi á gosi vegna tey avvarandi. Javel, eg kenni ongan teirra, men hinvegin lurti eg eftir Útvarpinum og hyggi eftir Degi og Viku, sum varpar beinleiðis úr Rættartúninum klokkan 19, hóast Rættarsalurin lukkar klokkan 16. Git mær tað.

Men tað áhugaverda er ikki senditíðin og um sent verður beinleiðis ella ikki, men tað faktum, at nú hava vit eitt kriminalmál av teim sjáldsomu, sum vit annars bara hoyra um uttan úr sjónvarpsheimi, ella lesa um í svenskum krimisøgum. Eg havi so einki mótmæli hoyrt móti hesum tíðinda- ella undirhaldssøgum, hvussu óhumskar tær so eru. Havi bara hoyrt hesar fiktivu søgur, serliga tær hjá Stieg Larsson, umrøddar sum listaverk, ið raka ein tíðaranda og nýdefinera eina gamla siðbundna hevd.

At seta forboð, sensur, í verk, tí at talan nú er um eitt heimligt mál, undrar meg. Havi grundað yvir, hví so man vera, at vitug, vaksin fólk í fullum dagsljósi mótmæla og beint fram vilja steðga hesum sjáldsama nærlagda tíðindalfutningi.

Eri komin til tað niðurstøðu at endaleysa søgan úr Rættinum fer fram í egnum landi, mitt millum okkum øll, mitt í okkara egna heimliga veruleika. Tað er at ganga føroysku fólkasálini ov nær.

Hendingin og frásagnirnar skaka og skeikla okkara sjálvsmynd og sjálvsfatan. Tað brýggja vit okkum slettis um. Nei, sovorðið kann ikki henda her hjá okkum, siga vit. Og ger tað tað allíkavæl, so avnokta vit alt. Hetta hendi als ikki. Og hendi tað allíkavæl, so sløkkja vit fyri boðberanum og avnokta alt í øðrum liði, og flyta vælforeint á útlendskar ræsir, har veruliga lívið, við bandittum og hetjum, livir sítt fríska lív, øllum til teitis, bara ikki her hjá okkum.

Man hetta avnoktandi lyndi og skerda sjálvsmyndin, tað at viðurkenna egnan veruleika, stinga so djúpt, at vit aftur hava høvi at taka um rótina á mest avgerandi politiska spurningi í nýggjari tíð? Eitt manglandi sjálvræði, sum elvir til eitt markleyst ábyrgdarloysi og tvørrandi førleika og áhuga at grípa í egnan heimligan barm? Er hetta enn ein staðfesting av einum tjóðskaparligum sorgarleiki, sum fekk yrkjaran at staðfesta: Tí er so lítið burturúr her blivið?

Nei, eg bara spyrji, innan eg í einum føroyskum miðili kann lesa hvat ein útlendskur miðil sigur, hvat vit skulu halda, gera og siga um viðurskifti, sum frá fyrstu hond eru ósigilig á okkara egna máli. Og ikki eitt orð um at ákærdi er útlendingur. Tað eru vit, sum eru útlendingar.