Skip to main content

In a Town This Size - Slatur úr Føroyum!

Jákup Zachariassen, Hallur Joensen og Paul Leim í Kristuff studio í Hoyvík ídag (Mynd: Birgir Kruse)

Grundin er liðug, nú Hallur Joensen, Jákup Zachariassen og Paul Leim í tveir dagar hava arbeitt við nýggju fløguni hjá Halli. Heitið er Enn stendur hurð mín opin og tað skal takast bókstaviliga, sigur Hallur. - Eg lurti eftir øllum tónleiki, ikki bara Hank Williams, men her er opið fyri øllum sjangrum, sigur sangarin úr Klaksvík í einari fríløtu í Kristuff Studio í Hoyvík í dag.

Trettan sangir verða á fløguni, ellivu nýggir føroyskir og so tvey coverløg, har tekstirnir verða føroyskaðir. Hesi løgini eru Put me on the Trail to Carolina hjá Delmore Brothers og In a Town This Size hjá John Prine.

- Henda seinna sangin hevur Martin Joensen klætt í føroyskan búnað og kallað Slatur. Eins og upprunasangurin er hann um at búgva og liva í einum lítlum býi, ella á bygd, har øll kenna øll, og slaturin bráddliga kann taka seg upp, uttan at tú fært gjørt so nógv við tað. Sjálvandi er tað eitt sindur av sarkasmu ella í minsta lagi ironi í hesum sangvalinum, men hinvegin kann eg lættliga skriva meg sjálvan og mítt egna lív inn í hesa søguna um slatur, sigur Hallur.

Jákup Zachariassen og Paul Leim í góðum lag við miksipultin í Kristuff studio í Hoyvík (Mynd: Birgir Kruse)

Jákup Zachariassen, ið eisini er framleiðari, hevur gjørt øll tey ellivu upprunaføroysku løgini og skrivað nøkur av orðunum eisini. Eina lagið, við tí stuttliga heitinum Her er eingin krisa, hevur Jákup gjørt saman við Kristoffer Mørkøre. Tekstahøvundar eru annars Martin Joensen, Niclas Johannessen og Steintór Rasmussen, ið hevur gjørt duettsangin Um tú hevur tað sum eg, har Hallur syngur saman við Kristinu Bærendsen.

Hallur hevur verið raktur av krími og er hásur, nú hann skal syngja kenslulødda sangin hjá Steintóri, ið vísir Hall frá eini nýggjari síðu. Hálsur, svølg og rødd eru ikki tað tey hava verið. Men ráð eru fyri tí. Hallur fer á apotekið og keypir upp í lógvan av næsapístri, Zymelin og Klarigen. - Púff, sigur Paul Leim og spyr, hvat hatta er fyri nakað. Eftir mong ár í tónleikavinnuni, er hann hollur í ráðum, eisini tá tað snýr seg um heilsuna og at verja røddina.


Hallur Joensen við fullum lógva av næsapístri, sum Paul Leim heldur lítið um (Myndir: Birgir Kruse)

Paul Leim er júst komin av konsertferð við TCB Band, ið er gamla orkestrið hjá Elvis. Stavirnir standa fyri "Taking Care of Business", og síggjast, gulir og bláir, í kjallaranum hjá Elvisi og teimum í Gracelandi, Náðinsgarðinum, tey rópa. - Vit hava spælt í Oslo og vilja fegnir koma til Føroya at spæla við góðum sangarum, útlendskum og lokalum, sigur Paul og vísir mær jakkan við TCB merkinum.

Paul Leim í reyða TCB jakkanum í Kristuff studio í Hoyvík í dag (Mynd: Birgir Kruse)

Paul Leim er ferðandi í tónleiki og hevur spælt trummur á hópin av plátum. Við Blackberry fartelefonini hevur hann júst tikið eina mynda av sær sjálvum saman við countrystjørnuni Kenny Chesney og soulstjørnuni Lionel Ritchie.


70.000.000 Fans Can't Be Wrong: Paul Leim millum metsølunøvnini Kenny Chesney og Lionel Ritche (Myndir: Birgir Kruse og Paul Leim) 

- Eg havi spælt trummur á øllum teirra útgávum og tær eru seldar í tilsamans 70 mió eintøkum kring allan heim. Tað kann neyvan nakar annar trummusláari reypa sær av, sigur hin láturmildi Paul, slær seg á knøini og ger seg út til at máta í gongini í Kristuff studio í Hoyvík. - Eg veit ikki um tað sigur tær nakað, men tað er eitt sindur nógvar plátur, 70 milliónir eintøk!

Nýggja føroyska fløgan hjá Halli, Enn stendur hurð mín opin, verður liðug í mai mánað.